Føroysk konjunkturkanning eftir altjóða leisti.

Í hesum døgum verður konjunkturkanning ella vístalskanning gjørd. Tað er Fíggjarmálaráðið, sum hevur tikið stig til at gera kanningina, og tað er Gallup Føroyar, ið skal gjøgnumføra kanningina. Kanningin er ætlað at verða gjørd 2. ferðir um árið, har endamálið er at meta um búskaparaligu vánirnar í Føroyum.