Føroyski brúkarin og tænastustøðið

Føroyskar fyritøkur eru blivnar meira tilvitaðar um týdningin av at bjóða kundunum eina góða tænastu. Kappingin er hørð um endabrúkararnar og hesir eru eisini blivnir meira kritiskir, málrættaðir og vita, hvat tey vilja hava. Avbjóðingin er at kenna sínar kundar og málrætta sína marknaðarføring eftir teimum.

Flestu fyritøkur, handlar og matstovur hava seinastu árini
sett fokus á kundatænastu og kundarøkt, gjørt marknaðarkanningar og
nøgdsemiskanningar fyri at kenna sínar kundar betri, teirra tørv og teirra
uppfatan av fyritøkunum. Hetta fyri at kunna málrætta marknaðarføringina til
ávísar málbólkar og á røttu miðlunum.
 
Føroyski brúkarin er blivin meira krevjandi og letur sær
ikki lynda. Brúkarin er eisini meira upplýstur um vørurnar, tí til ber at
heinta alskins upplýsingar á netinum, um ein ynskir tað.
 
Gallup Føroyar hevur í august 2013 gjørt eina kanning, har
føroyski brúkarin metir um tænastustøðið innan matstovur, handlar og peningastovnar
í Føroyum sum heild. Hetta er fyrsta kanning av hesum slag og ætlar Gallup
Føroyar at gera hana til eina afturvendandi kanning við jøvnum millumbili fyri
at kunna samanbera og síggja tendensin.
 
Sambært kanningini hjá Gallup Føroyum í august 2013, har 549
fólk eru spurd, hava flestøll eina meining um tænastustøði. Bert 16 svaraðu
“veit ikki”. 8% geva vánaligan karakter “1 – 3”, meðan 21% geva góðan karakter
“8-10”. Heili 69% halda tænastustøðið vera miðal “4-7”, so tað er á einari
góðari leið, skuldi ein hildið. Men málið hjá vinnuni má vera, at fáa enn
fleiri at geva góðu karakterirnar millum 8 og 10. Miðaltalið er 6,1.
 
Hyggja vit at niðanfyri standandi talvu, sæst at
aldursbólkurin 15 – 24 ár er tann bólkurin, sum gevur tænastustøðinum í Føroyum
best skotbrá. Á einum skala frá 1 – 10, har 1 er út av lagi vánaligt og 10 er
framúrskarandi, liggur talið fyri hendan aldursbólkin á 6,6. Tað kann hanga
saman við, at tey hava færri royndir sum brúkarar og eru ikki so forlangandi
enn.
 
Tað kann eisini hugsast, at tær fyritøkur og handlar so sum
caféir og klædnahandlar, sum tey ungu hava samband við í gerandisdegnum veita
eina góða tænastu sum heild. Harafturímóti er aldursbólkurin 25 – 39 ár tann
aldursbólkurin, sum er minst nøgdur við tænastustøðið í Føroyum. Her er talið á
5,6. Júst tað, at ein lutfalsliga stórur partur av hesum aldursbólki hevur búð
uttanlands og er ávirkaður av rákinum uttanlands, har krøvini eru meira sjónlig
millum brúkararnar, kann hava sína ávirkan. Tey tora betri at krevja sín rætt
og gera skjótt vart við seg, um ikki alt er sum væntað.
 
Fyritøkurnar skulu eisini vera tilvitaðar um ta makt, sum
ein ónøgdur brúkari hevur, um viðkomandi deilir sínar keðiligu upplivingar á sosialu
miðlunum, so her er nakað at arbeiða við.
 
Samanumtikið er neyðugt at arbeiða meira við tænastustøðinum
í Føroyum, læra starvsfólkini at veita góða tænastur fyri at kundarnir kunnu
merkja seg vælmóttiknar, vælupplýstar og tryggar við at keypa vørur og
tænastur. Vit skulu vera meira tilvitað um okkara signalvirðið, tá vit selja
vøruna og vera sannførandi uttan at yvirdríva rolluna. Vera saklig. Føroyski
brúkarin letur sær ikki lynda við alt.
 
Kelda: Marknaðarrák nr. 5, august 2013
Skrivað hevur: Laila Hentze