17/03/2008
Føroysku heimasíðurnar grava enn longur niður
Í síðstu tíðindastubba varð skrivað, at vit vantaðu framgongd næstu ferð – men soleiðis skuldi ikki gangast í viku 11. Hyggur man at øllum økjunum, vóru bert uml. 130 av teimum 216 økjunum, har tølini vóru positiv. Tískil vóru tað í farnu viku einans tvær síður á tí føroyska Vevmátingarlistanum, sum tók egið met. Hetta vórðu postverk.fo og kyndil.fo. Síðan hjá Postverkinum hevur enn bert ligið nakrar fáar vikur á listanum og sýnist enn at leita sær eftir plássi sínum á listanum. Postverk.fo trein í síðstu viku tvey pláss upp á 31. pláss í viku 11.
Kyndil.fo, sum áttu yvir 100% framgongd á øllum økjum, har 155,5% framgongd var í sýndum síðum, trein heili tíggju pláss upp á 29. pláss í farnu viku.
Sí annars fleiri tøl á Vevmátingarlistanum.