foroyaprent.fo á vevmátingarlistan og ilogur.fo av listanum.

foroyaprent.fo er nýggj á vevmátingarlistanum hesa vikuna. Tann síðan sum hevur gjørt mest um seg, er hfs.fo. Tað kann vera, at tað er havhestatíðin sum fær nógvar brúkarar til síðuna. Tað kann eisini vera greinum har m.a. stendur 'Eins og fleir aðrir sjófuglar inniheldur havhestur umhvørviseitrandi evnir'. Ella,� ráðstevnan um� “Burturkast frá skipum og móttøkuskipanir í havnum”.

 

Men tað er ikki bert hfs.fo sum hevur havt stóra framgongd og sett egið met. olivant.fo tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum, og hevur nú knapt 47 túsund brúkarar í viku 37/2007. olivant.fo er á 8. plássi á North Atlantic List fyri brúkarar, og á 4. plássi fyri vitjanir. uf.fo tekur egið met fyri brúkarar, og er á 3. plássi á føroyska vevmátingarlistanum fyri brúkarar, og á 2. plássi fyri vitjanir. vikublad.fo tekur egið met, bæði fyri brúkarar og vitjanir. Talið fyri vitjanir drønar uppeftir, og er tekin um, at brúkararnir koma oftari og oftari á vikublad.fo.

 

123.fo hevur lýst nógv í seinastuni, og tað hevur hjálpt. 123.fo tekur egið met, bæði í brúkarum og vitjanum. Kurvan hjá 123.fo sær heilt góð út fyri tíðina.

 

Tað er eisini lýst nógv við bil.fo,� og hon tekur egið met, bæði fyri vitjanir og sýndar síður. vinnuvitan.fo tekur egið met fyri brúkarar og kurvan gongur bert ein veg, og tað er uppeftir. skalaif.fo tekur eisini egið met.

 

ut.fo tekur so rudduliga egið met á øllum økjum. Tað kann vera við hjálp frá http://www.tjodveldi.fo/ hon manglar annars á vevmátingarlistanum. Jú, tað hendir nakað á vevmátingarlistanum, og tekin um, at tað loysir seg at lýsa fyri føroysku heimasíðunum.