Fótbóltur og summar endurspeglast í vevmátingunum

Tað sæst væl á vevmátingarlistanum, at seinasta vika var merkt av fótbóltsdystinum millum Føroyar og Italia. Toppskorarin í mun til vikuna frammanundan var sportal.fo, ið hevði eina framgongd uppá 121,5%, meðan football.fo hevði eina mikið hóskandi framgongd� uppá 58,1%.

 

At summarið er í hondum� sæst eisini aftur á� vevmátingini, tí hotellini� Hotel Føroyar & Hafnia hava havt� eina fitta framgongd, við ávikavist 76,9% og 54,6%. Eisini frítíðarfelagið Antares hevur havt� framgongd, men� tey tølini eru frammanundan� so smá, at� har skal ikki nógv til.

 

Ein onnur áhugaverd framgongd er at� síggja hjá genealogi.fo (64,6%)� – man tað vera uppgávuskrivingin, sum mong stríðast við í hesum døgum, ið ger seg galdandi� har? Ikki er gott at vita.

 

Ein sum hevur havt stóra framgongd – uttan tó at hava sett met – er faroephoto.com. Talið á sýndum síðum hjá teimum øktist við 94,5% í viku 22. Hetta er ein privat heimasíða, sum vísir eitt úrval av áhugaverdum myndum úr Føroyum – bæði náttúrumyndir og myndir frá ymiskum stórum tiltøkum, stevnum, festivalum o.t.