FT vs Vodafone – seinasti partur

 

Vit runda av hesu ferð og hyggja at seinastu gongdini hjá ft.fo og vodafone.fo.
Ein løtu sýntist Vodafone.fo at eiga fremsta plássið, men í farnu viku tók ft.fo seg fram aftur. Síðan hjá Føroya Tele átti í farnu viku meir enn 4300 brúkarar og vodafone.fo beint yvir 4200 brúkarar.
Stríðið er ivaleyst ikki yvirstaðið, men vit fara at lata tað liggja har og fylgja við so fylgjandi.

Tað vóru eisini nakrar síður, sum tóku egið met í farnu viku. Hesar vórðu postverk.fo, nora.fo, stamps.fo og nummar.fo.