
28/10/2014
Fyrilestur: “How to work with and get the best out of Vevmátingarlistanum?
Hósdagin 30. oktober kl. 10.00-11.30 hevur Pétur Ísfeld Jónsson, sølustjóri á “Internet á
Íslandi” fyrilestur um vevmátingar og Vevmátingarlistan undir heitinum: “How to work
with and get the best out of Vevmátingarlistanum?” Fyrilesturin verður á enskum
og viðger hesi evni:
· the benefits of having
Vevmátingarlistan
· how it works
· how they can apply it in order to
e.g. inform the management and others
· examples
Fyrilesturin verður í Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13,
2. hædd, Tórshavn. Hevur hetta tín áhuga vegna tína fyritøku/stovn, ert tú
vælkomin. Fleiri eru vælkomin frá hvørjari fyritøku/stovni. Kaffi/te og frukt
verður at fáa. Tiltakið er ókeypis.
Verið vælkomin.