G!-Festivalurin helst orsøk til stóra framgongd hjá planet.fo

planet.fo hevði framgongd við 55,2% í brúkarum í farnu viku. Tað er helst frásagnir og myndir frá G!-Festivalinum sum hava fingið fólk til planet.fo.

 

G!-Festivalurin er júst farin afturum, og er eisini sambært planet.fo kosin at vera næstbestur festivalur í Evropa. Tað er blaðið IQ hevur kosið G!-Festivalin at vera millum 10 teir bestu festivalarnar í Evropa. G! er nummar 2 á listanum eftir Roskildefestivalin, sum liggur á ovastu rók.

 

vinnuvitan.fo tekur egið met í brúkarum og hevði heili 1.488 brúkarar í farnu viku, ella viku 29/2007. Orsøkin er helst, søgan ’Vinnuvitan keypt Vikublaðið’ sum varð prentað á vinnuvitan.fo týsdagin 17. juli.

 

Nógvar samaleggingar fara fram í hesum døgum, og nú var tað so Vinnuvitan sum hevur keypt Vikublaðið. Vikublaðið eigur portalin vikublad.fo sum er nummar 6. á vevmátingarlistanum við 5.841 brúkarum í farnu viku.