Gallup Føroyar gjørt veljarakanning fyri ting.fo

Gallup Føroyar hevur í tíðarskeiðnum 22. til 30. apríl gjørt eina veljarakanning fyri ting.fo. 510 fólk hava svarað. Veljarakanningin vísir stórar broytingar í atkvøðubýtinum í mun til seinasta løgtingsvalið í 2011. Sitandi samgongan missir seks tinglimir og sostatt meirilutan í Løgtinginum. Var val í dag hevði samgongan fingið 14 av 33 tinglimum. Sí meira um kanningina á ting.fo.