Gallup Føroyar nýggjan stjóra

1. juni 2013 tók Laila Hentze við sum stjóri á Gallup
Føroyum, eftir at Ellindur Egilstrøð og Laila bæði hava røkt starvið í einari
skiftistíð síðani februar í ár. Laila hevur arbeitt á Gallup Føroyum síðani
februar 2012. Ellindur var við til at stovna Gallup Føroyar í 2002 og hevur
verið stjóri síðani byrjan. Gallup Føroyar takkar fyri innsatsin og ynskir
Ellindi alt tað besta, nú hann og konan eru flutt til Danmarkar.