Gallup-kanning: Fimti hvør føroyingur verið í vanda fyri at drukna

Svimjisamband Føroya gjørdi eina Gallup-kanning í februar í ár. 531 tilvildarliga vald fólk hava svarað kanningini. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, er kløkkur av tølunum, sum vísa, at 20 prosent av teimum spurdu siga seg hava verið í vanda fyri at drukna. Aðrar kanningar vísa á, at størsti vandi at drukna er, tá ein persónur dettur av bryggukanti uttan mun til, um viðkomandi dugir at svimja ella ikki. Rókur heldur, at vit í størri mun mugu tryggja okkum, at bjarginarútgerð er tøk og at tørvur er á eini hugburðsbroyting. Alt ov ofta sæst, at fólk í báti ikki eru í bjargingarvesti. Tí fer Svimjisambandið undir eitt átak, sum hevur til endamáls at fáa fólk at brúka bjargingarvest, segði Rókur við KvF 14. apríl 18.