Gallup Pulsurin 10: Ferðavinnan í Føroyum

Gallup Pulsurin 10: Ferðavinnan.

Í mong ár hevur ferðavinnan í Føroyum ligið í einum
aldudali, meðan ferðavinnan í okkara grannalondum hevur havt framgongd hvørt
ár. Langt er á mál, men við røttu strategiini, týðiligum boðskapi, branding og
samstarvi fara vit at náa okkara málum, sigur nýggi stjórin á Ferðaráði Føroya,
Guðrið Højgaard í samrøðu við Gallup Pulsin.

Men hví halta vit aftanfyri okkara grannalond, tá tað ræður
um talið av ferðafólkum? Hví koma so fá ferðafólk til Føroya í mun til okkara
grannalond?

Nógv góð og ítøkilig hugskot til betringar eru at lesa í
greinunum, har vit millum annað koma inn á týdningin av Storytelling, branding,
at velja røttu marknaðarføringina, umframt týdningin av samstarvi á øllum
stigum.

Cruise skipini koma inn á Havnina og aðrastaðni í Føroyum,
men handlarnir lata illa at, tí hesi ferðafólkini keypa einki. Kann tað
hugsast, at vit ikki hava tær røttu vørurnar, spyr Poul Clementsen?

Politiska skipanin stuðlar fiskivinnuni og nú er tað so
skyldan hjá tí almenna at stuðla ferðavinnuni í gongd millum annað við
lagaligum treytum, heldur enn at forða fyri góðum átøkum frá aktørum innan
ferðavinnuna, førir ein annar fram.

Onnur evnið innan ferðavinnuna, sum verða viðgjørd, eru
millum annað nation branding, Mice-konseptið, slow travel, slow food,
mindfullness, meditiatión, vælvera og strongd umframt tørvin at skrásetingum og
hagtølum.

Tað eru ótømandi møguleikar fyri sport og frítíðakaving í
Føroyum. Avbjóðingin er at okkum tørvar eina sport- og frítíðarkavingarmiðstøð
í Havnini, sigur Ingi Sørensen.

Greinaskrivarar eru: Poul Clementsen, Elsa Maria Holm
Olsen, Janus á Ryggi, Ingi Sørensen, Bjørg Dam, Bogi Eliasen, Ellindur Egilstrøð og Laila
Hentze.

okt. 2012