Gallup Pulsurin 9 – Menniskjaliga tilfeingið

 Gallup Pulsurin 9: Menniskjaliga tilfeingið.

Vit hava mangar ójavnar í Føroyum. Gallup Pulsurin hesa ferð viðgerð millum
annað hesar:

Tað er tørvur á eini 1.500 ungum kvinnum í burðarførum aldri, skal
javnvág verða í millum kynini

Hóast útbúgvingin, ungu føroyingar ætla sær undir, er tøk í Føroyum,
fara heilir flokkar av landinum. Tað er sostatt ikki einans manglandi
útbúgvingarmøguleikar, ið er orsøk til at vit hava eini 1.250 fleiri
føroyingar, sum lesa uttanlands enn útlendsk lesandi í Føroyum. Men hvat er tað so?

Nógvir útlendingar koma til Føroyar at halda ymisk skeið og
fyrilestrar, sum føroyingar gjalda fyri. Eisini fara rættiliga nógvir
føroyingar uttanlands til skeið og fyrilestrar. Skal javnvág koma í, skulu eini
20-25 útlendingar hvønn yrkadag í árinum vera í Føroyum til eitt skeið ella
fyrilestur, sum tey sjálvi gjalda fyri. Men hví skuldu útlendingar koma her at
læra

Føroyingar ferðast nógv meira uttanlands, enn útlendingar ferðast til
Føroyar. Skulu vit hava javnvág í, skulu eini 100 útlendingar koma til Føroyar
um dagin aftrurat teimum ferðafólkum, vit hava í dag. Men hvussu fáa vit fleira
ferðafólk higar? Ella skulu vit hava fleiri? Ella fáa meira burtur úr teimum,
ið koma higar?

Hvar er okkara visjónirnar um at rætta hesar ójavnar? Hvar er okkara
“Man on the Moon” verkætlan?

Greinaskrivarar:
Dorthe Gyldenkærne, Suni Poulsen, Bogi Eliasen, Guðrun Jacobsen og Ellindur
Egilstrøð.

sep. 2012