Gallup Pulsurin nr. 1: Viðgerð av vísitalinum

Í vísitalinum, sum Gallup Føroyar ger fyri Fíggjarmálaráðið sæst, at vinnan í byrjanini av 2011 er meira jalig og trýr meira uppá vøkstur heldur enn svartskygni, sum kom við fíggjarkreppuni. Harafturímóti trýr borgarin hvørki uppá búskaparvøkstur, fólkavøkstur ella at fleiri útbúgvingar verða útbodnar í Føroyum. Eru Føroyar við at gerast landið, sum ikki trýr upp á seg sjálvt?

Fyri at lyfta samfelagið frameftir er neyðugt at samfelagið, sum er ein samanseting av einstaklingum, trýr uppá seg sjálvt og at tingini bera til. Tann eyka orkan, sum skal koma av samfelagseindini , trúnni og viljanum til framburð, tykist ikki verða í Føroyum.

Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri samfelagið, at fólkið ikki trýr uppá samfelagið og uppá framtíðina? Grønlendingar brúka ofta orðingina “sjávsmisálit” um seg sjálvar, vísandi til manglandi álit og egnan mátt og megi hjá egnum borgarum. Ger hetta seg eisini galdandi í Føroyum?

Sambært einari kanning frá Landsbankanum, so vísir hon, at okkara produktivitetur ikki veksur líka skjótt sum í grannalondum okkara.

Tann almenni geirin er vaksin nógv seinastu árini, meðan tann privati geirin ikki er vaksin í sama mun og tað er ein trupulleiki. Hann er ov lítil til at kunna lyfta ein búskaparvøkstur einsamallur.

Greinaskrivarar: Bogi Eliasen og Ellindur Egilstrøð.