Gallup Pulsurin nr. 12: Fiskivinnan

Síðstu árini hevur landsskassin drigist við stór
hall. Ein týdningarmikil partur av fíggjarlógini er, hvørjar inntøkur skulu
fíggja samfelagsraksturin. Í kjakinum síðstu árini hava inntøkur frá
tilfeinginum verið nógv umrøddar. Í Pulsinum hesa ferð eru greinar, sum snúgva
seg um okkara fiskatilfeingi, umsitingina av tí og avkastið, sum skal geva
samfelagmenning.

Gallup Føroyar hevur gjørt kanningar, har tað
millum annað verður spurt um, hvat fólk halda um, hvussu fiskiloyvir skulu
útlutast og fiskidagar ásetast.

Víst verður eisini á, at landskassin hvørt
ár missir stórar upphæddir orsakað av manglandi stýring av fiskastovnunum og
orsakað av ókeypis útlutan av kvotum og fiskiloyvum. Av tí sama skulu vit ikki
vænta, at vend kemur í nettofráflytingina, sum Føroyar uppliva, um ikki betri
skil kemur á búskapin. Og um skil skal fáast á búskapin er alneyðugt við betri
stýring av fiskivinnuni.  

Greinaskrivarar: Hans Ellefsen, Regin Reinert,
Eilif Gaard og Laila Hentze.

des. 2012