Gallup Pulsurin nr. 13: Ábyrgdin á tínum herðum

Februar 2013

Í hesum Pulsinum fara vit inn á metingina hjá borgarunum av arbeiðnum hjá teimum fólkavaldu kommunalu umboðunum í Føroyum.

Tað er áhugavert fyri leiðarar innan tað kommunala og almenna at fáa at vita, hvat borgararnir halda um dygdina á arbeiðnum, sum tey valdu innan kommunurnar hava útint síðsta valskeið og hvussu kommunurnar klára seg í mun til hvørja aðra.

Nógv verður tosað um fráflyting og kvinnuundirskot. Firouz Gaini gevur í Pulsinum hesa ferð sína meting av støðuni og at alt ikki er so dapurt hóast alt. Hann tosar um flytføri sum ein “kapital.” Hvønn týdning hevur tað fyri okkum og børn okkara at vaksa upp í Føroyum við færri avmarkingum og meira frælsi enn uttanlands? Hvussu nógv telur tað í mun til aðrar faktorar, tá talan er um at flyta heim á klettarnar ella ikki?

Mánadagin 28. januar 2013 skipaði Gallup fyri einum evnisdegi um lív og heilsu – okkara felags ábyrgd, har sviin Per Gärdsell hevði tveir áhugaverdar fyrilestar um heilsfremjandi leiðslu, heilsustrategiir og um verkætlanina frá “Bunkeflo” skúla.