Gallup Pulsurin nr. 2: Arbeiðsmarknaður og produktivitetur

Gallup Pulsurin nr. 2:
Arbeiðsmarknaður og produktivitetur.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt, vísir nøkur áhugaverd
sereyðkenni í føroyska samfelagnum og arbeiðsmarknaðinum. Ein stórur partur av
føroyingum arbeiðir ikki fulla tíð. Hvørja ávirkan hevur tað á føroyska arbeiðsmarknaðin?

Fleiri samfelagsgranskarar vísa á, at álit kann hava stóran
búskaparligan týdning. Tí er tað ein fyrimunur fyri Føroyar, at 78% av teimum
spurdu í einari Gallupkanning siga seg vanliga hava álit á fólki.

Í Føroyum hava 73% reytt ES pass, meðan bert 25% ynskja at
verða partur av ES. Hetta er eitt løgið fyribrigdið. Aðrastaðni hevur passið
status sum tjóðarmynd, men at hava føroyskt pass verður ikki mett sum partur av
okkara samleika. Føroyingar vilja fegnir hava uttan at lata afturfyri. Umleið
helmingurin av føroyingum megnar ikki at taka støðu til spurningin um ES
limaskap. Tað verður sagt, at høvuðsorsøkin til at ferðast við ES passi er, at
tað er lættari – hóast at eingin kann vísa á, at tað veruliga er so. At so nógv
hava reytt ES pass, kann eisini vera tekin um flytbarið hjá føroysku
arbeiðsmegini.

Greinaskrivarar: Bogi Eliasen, Suni Poulsen og Ellindur
Egilstrøð.

apr. 2011