Gallup Pulsurin nr. 4: Samfelagssáttmáli og hugleiðingar um valúrslitið eftir Løgtingsvalið 2011

Gallup Pulurin nr. 4: Samfelagssáttmáli
og hugleiðingar um valúrslitið eftir Løgtingsvalið 2011.

Ábendingar eru um, at okkum tørvar tað, sum sosiologar kalla
ein samfelagssáttmála. Hetta er tað ósjónliga fyribrigdið, sum ger, at vit
halda saman sum samfelag og at øll í felag lyfta meira enn hvør einstakur.

Í samband við Løgtingsvalið í 2011 sluppu valevnini ov lætt
at lova uttan at fáa nóg gott mótspæl frá miðlunum í mun til lyftir og uppskot,
soleiðis at móttakarin eisini skilti, hvat lyftini høvdu við sær. Hetta legði
stóra ábyrgd yvir á almenna kringvarpið, sum vegna lógaravmarkingar, ikki varð
floymt av formligum valpropaganda. Í eini skipan, har veljarin ikki hevur
møguleika at meta um, hvør samgongan verður eftir eitt val, kann tað gerast
trupult at viðlíkahalda áhugan og trúnna uppá politik, um miðlaparturin ikki
megnar at lyfta hesa uppgávu.

Størsti mótsetningurin í føroyskum politikki er hvørki
høgra/vinstra ella loysing/samband, men heldur Miðstaðarøkið og restin. Afturat
hesum hevur átrúnaður eisini ein leiklut.

Í samband við arbeiðsmarknaðin, so er tað ein skeiv hugsan,
at til dømis føroyingar og danir eru ein serstakliga virðismikil arbeiðsmegi,
sum kann nakað serligt, sum polakkar og kinverjar ikki megna. Útbúgving er
neyðug, men verri enn so nóg mikið. Tað skal meiri til.

Tað er ein vansi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, at
arbeiðsflytførið er sera lágt í mun til onnur lond. Til spurningin um, hví ein
verður verandi í sínum núverandi arbeiðsplássi, svarar yvir helmingurin av
teimum spurdu í einari Gallupkanning, at tað er vegna tryggleika og løn. Bert
23% svara, at tey verða verandi í sínum arbeiði vegna sjálvt arbeiði, sum tey
gera ella vegna teirra arbeiðsfelagar. Hetta ber boð um ein “løntakara
hugburð.” Hvussu ávirkar hetta okkara produktivitet? Fleiri áhugaverd tøl og
greiningar viðvíkjandi føroyska arbeiðsmarknaðinum eru í Pulsinum.

Greinaskrivarar: Bogi Eliasen, Suni Poulsen og Ellindur
Egilstrøð.

des. 2011