Gallup Pulsurin nr. 5: Pensjónir og eftirlønir

Gallup Pulsurin nr. 5: Pensjónir og
eftirlønir.

Á nýggjárinum 2012 fingu føroyingar í hægru lønarbólkunum
ein skattalætta, meðan tey lágløntu ikki fingu nakran ágóða av hesari broyting
í skattaskipanini. Sambært einari Gallupkanning hevur triðji hvør føroyingur
hvørki pensjónsuppsparing ella eftirløn. Hvørjir bólkar eru mest útsettir?
Hvussu nøgd eru tey, sum hava pensjón við inngjaldið? Hvørja støðu hava
føroyingar til skattingina av pensjónum ella eftirlønum? Hvussu er undirtøkan
fyri flatskattinum?

Harumframt vísa tøl frá Hagstovu Føroya, at Føroyar er
heimsins javnasta samfelag. Marginalskattatrýstið er hægri í Føroyum í mun til
okkara grannalond og tær sosialu veitingarnar eru eisini hægri samanlíknað við
okkara grannalond. Hetta er við til at gera umfordeilingina størri frá teimum,
sum hava til teirra, sum hava tørv á veitingum. Við øðrum orðum eru Føroyar
heimsmeistarar av óvart, tí hetta er ivasamt, um Føroyar politiskt hava lagt so
stóran dent á at verða  heimsins javnasta
land. 

Greinaskrivarar: Bogi Eliasen, Heri Petersen, Sjúrður Olsen
og Ellindur Egilstrøð.

feb. 2012