Gallup Pulsurin nr. 6: Høvuðsevnið er Føroyar og Kina

Gallup Pulsurin nr. 6: Høvuðsevnið er
Føroyar og Kina

… við serligum atliti til at økja um sambandi bæði innan inn- og
útflutning umframt á útbúgvingarøkinum innan tað maritima øki.

Útlendsk lesandi er ein inntøkukelda í nógvum londum.
Kinesisk lesandi er tann bólkurin av lesandi, sum fer at vaksa mest í
framtíðini. Føroyar kann bjóða sínar maritimu útbúgvingar og ymisk skeið til
kinesarar. Kinesisku myndugleikarnir ásanna, at trupulleikar eru við trygd og
útbúgving hjá kinesiskum sjófólki við tí úrsliti at óneyðuga nógvar vanlukkur
henda. Samstundis viðurkenna kinesisku myndugleikarnir Føroyar sum ein av
fremstu sjóvinnutjóðum í heiminum og hevur áhuga í at samstarva innan maritima
útbúgvingarøkið. Vinnuháskúlin hevur ment seg nógv síðstu árini og er í ferð
við at útbyggja e-learning konseptið, tí teir hava góðar royndir við hesum
undirvísingarháttinum. Hetta kundi verið ein møguleiki at brúkt í einum
samstarvi við kinesarar.

Harafturat er sjóneykan sett á lestrarumhvørvið í Føroyum.
Føroyum tørvar ein miðdepil fyri útbúgvingar fyri at skapa eitt attraktiv
lestrarumhvørvið bæði fyri okkara egnu, so fleiri velja at lesa víðari í
Føroyum, umframt at tiltrekkja útlendsk lesandi innan ávísar lestrargreinar.
Vit tosa um “Brain-gain heldur enn Brain-drain” og at branda Føroyar á ein
nýggjan hátt.

Greinaskrivarar: Tróndur Djurhuus, Inge Aagaard, Janus á
Ryggi, Helle Thede Johannesen, Ellindur Egilstrøð og Laila Hentze.

mars 2012