Gallup Pulsurin nr. 7: Arbeiðsmarknaðurin og tey arbeiðstøku

Gallup Pulsurin nr. 7:
Arbeiðsmarknaðurin og tey arbeiðstøku.  

Hvat ger tað við fólk at ganga arbeiðsleys? Hvørji
langtíðarárin eru? Er munur á yngri og eldri arbeiðstøkum? Sambært einari
Gallup-kanning hava Føroyar ein stirvnan arbeiðsmarknað, tí starvsfólk verða
verandi longri í einum starvi í Føroyum samanborið við onnur lond. Hvørja
ávirkan hevur tað á arbeiðsplássunum og arbeiðsmarknaðinum sum heild?

Hvussu átekur ALS sær uppgávuna at fáa tey arbeiðstøku út
aftur á arbeiðsmarknaðin? Hvørjar møguleikar hava tey arbeiðtøku, sum ongar
førleikar hava, at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin?

Vælferðarsamfelagið og tann virkni borgarin.

Í framtíðini verða fleiri og fleiri eldri fólk, men færri
til at taka sær av teimum. Ein frágreiðing frá “Mandag Morgen” vísir á, at vit
skulu gera upp við vanahugsanina um rættindi, veitingar og tilboð í mun til
vælferð. Í staðin skulu vit gera brúk av teimum óbrúktu førleikum umframt at
gera borgararnar meira sjálvbjargnar. Í sambandi við at vit vilja varðveita
okkara vælferðarsamfelag, mugu vit heldur umskipa tað tilfeingið, sum vit hava í
borgarunum. Vælferð er eitt eymt evni, sum øll hava eina meining um. Eingin
ynskir at fáa verri tænastu. Mentaliteturin er, at samfelagið skal taka sær av
okkum, tá vit hava brúk fyri tí og at vit hava rætt til at krevja ávísar
tænastur. Men vit verða eisini noydd at leggja dent á okkara skyldur sum
borgarar og okkara ábyrgd yvir fyri felagsskapinum.

Tað ræður heldur um at eftirkanna, hvørjar uppgávur og
tænastur kunnu loysast av borgarunum sjálvum og soleiðis leysgeva arbeiðsorku í
tí skipaðu tænastuni til aðrar átroðkandi uppgávur hjá tí almenna og kommunum.

Greinaskrivarar: Suni Poulsen, Ellindur Egilstrøð og Laila
Hentze.

mai 2012