Gallup Pulsurin nr. 8: Tilfeingi Føroya Fólks

Gallup Pulsurin nr. 8: Tilfeingi Føroya Fólks.

Gallup Føroyar hevur gjørt eina kanning um, hvussu væl
føroyingar halda, at vit duga at gagnnýa okkara tilfeingið, sum er í Føroyum og
í føroyskum sjóøki. Skotsmálið, sum føroyingar geva, er ikki nakað at reypa av.
Eisini verður hugt at hugburðinum um tilfeingið í mun til hvønn flokk
føroyingar velja og í mun til útbúgving og lønarlag og her koma áhugaverdar
áskoðanir til sjóndar.

Hvussu kunnu vit fáa enn
fleiri ung at nema sær útbúgving í Føroyum, so vit ikki missa so nógv dugnalig
ung frá hvørjum árgangi? Tey flestu ungu ynskja avbjóðingar í sínum størvum,
ikki láglønarstørv. Tí mugu vit broyta hugburð til, hvussu virksemið í Føroyum
skal skipast. Okkum tørvar visjónir og fólk, sum megna at umseta tær til
veruleika.

Hvussu hongur mentan og list
saman við tilfeingið? Tað er ein missur at teimum stóru, verður mentanin ikki
góðskað.

“Týdningarmesta
tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk” var ein av orðingunum í Visjón 2015. Tó at
Visjón 2015 kanska gjørdist ein hvørvisjón, so er møguligi sannleikin í hesi
staðfesting ikki minni umráðandi í dag. Serliga um vit geva tí ráki gætur, at
fólk í stóran mun meta útbúgving at vera veruleikafjara, og sakna samband
millum ástøði og veruleika. Hetta rákið sæst aftur í feskastu útsøgnum og
kanningunum, bæði  her heima í Føroyum og
meira alment í OECD londunum.

Eitt
hugvekjandi hugtak í sosialvísindi er “Wisdom of the crowd” (fjøldarinnar
vísdómur). Tað er ofta prógvað, at stórir og samansettir bólkar geva líka so
góð og ofta betri boð uppá spurningar enn sjálvt serfrøðingar innan øki.

Eitt
annað áhugavert sosialvísindaligt hugtak er Human Capital, sum fevnir um ta
vitan og tær royndir, tann samlaða arbeiðsmegin hevur, og sum er tilognað
gjøgnum útbúgving og venjing.

Fyri
at fáa mest burtur úr møguleikunum, so skal ein fyritøka ella til dømis ein
tjóð neyvt rokna út, hvussu nógvur peningur skal setast í útbúgving fyri at fáa
hægsta avkastið aftur í øktari framleiðslumegi.

Greinaskrivarar:
Regin Reinert, Ólavur Ellefsen, Birgir Kruse, Justin Philbrow, Suni Poulsen,
Ellindur Egilstrøð og Laila Hentze.

juni 2012