
21/09/2020
Gallup World Poll
Fólkaheilsuráðið hevur almannakunngjørt Gallup World Poll kanningina 2020. Gallup Føroyar hevur gjørt hesa kanningina fyri Fólkaheilsuráðið í 2013, 2017 og í 2020. Kanningin verður framd í stórum parti av heiminum og viðger atferð, trivnað og meiningar hjá borgarunum.
Í stuttum vísir kanningin, at umleið helvtin av teimum spurdu hava búð uttanlands í meira enn 6 mánaðir. Føroyingar kenna seg tryggar í Føroyum; m.a. kenna 96% seg trygg at ganga úti um kvøldið. 97% meta seg hava góðan stuðul frá familju at hjálpa sær í truplum støðum, og 89% eru nøgd við sínar møguleikar at knýta vinabond í Føroyum.
4% siga seg hava verið offur fyri harðskapi seinasta árið, og bæði kynini eru her líka væl umboðað. Hægstu tølini í hesum sambandi síggjast í yngstu aldursbólkunum. Helvtin av føroyingum halda, at Føroyar eru eitt gott land hjá samkyndum at búgva í. Minni enn helvtin halda, at Føroyar eru góðar fyri tey við serligum tørvi, og hetta talið er lækkandi.
Til ber at lesa meira um úrslitini av kanningini: her.