Genealogi.fo tekur egið met á øllum økjum

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 15, og enn einaferð eru nakrar heimasíður, sum tóku egið met. Vit leggja út við kagi.fo, sum tóku egið met í sýndum síðum. Tað var ein vøkstur uppá 6,3% í mun til í undanfarnu viku.

Næst varð hotelforoyar.fo, sum tók egið met í brúkarum og vitjanum. Hotelforoyar.fo átti ein vøkstur á 3,9% í brúkarum og 9,1% í vitjanum, sum so var nógv mikið.

Men genealogi.fo varð síðan, sum tók egið met á øllum økjum. Síðan hevði nevniliga ein vøkstur á 148% í brúkarum, 81,7 í vitjanum og 107,8% sýndum síðum, sum legði síðuna frá 51. plássi heilt uppá 39. pláss í brúkarum.

Aðrar síður, sum kláraðu seg væl, men tó ikki tóku egið met hesaferð vórðu m.a.: trade.fo, blakross.fo, synergi.fo, intrum.fo og sms.fo.

Sí annars fleiri hagtøl her.