Gott helvtin av síðunum á Vevmátingarlistanum hava framgongd

 

 

Hóast ikki nógvar síður tóku egið met, høvdu gott og væl helvtin av
teimum føroysku síðunum, sum standa  á Vevmátingarlistanum framgongd í
viku 10 í sýndum síðum – hetta er tó ikki heilt óvæntað. Vika 9 var ein
avteimum vikunum við minni penum tølum, og tá er ofta bara ein vegur at
fara – uppeftir.
Tær føroysku
heimasíðurnar – sum altso standa á Vevmátingarlistanum – ið tóku egið met í farnu viku vóru 123.fo, sum tóku egið met í brúkarum – 13,8% framgongd. Postverk.fo tók egið met í øllum bólkunum – síðan hjá Postverki Føroya hevði hálvt 900 vitjandi í farnu viku. Men síðan, sum eigur tað stóra ljósið hesaferð, er kyndil.fo, sum veruliga tók seg fram í seinastu viku. Hondbóltskappingin er nær endanum, og hetta hevur sjálvsagt sín týdning fyri teimum mongu vitjandi. Kyndil.fo, sum fóru frá 41. til 29. pláss á listanum, høvdu eina framgongd uppá 129,2% og tóku egið met á øllum økjum.

Spennandi hevði verið at sæð hagtølini hjá m.a. neistin.fo og øllum hinum føroysku hondbóltsssíðunum.