Gott nýggjár til kundar okkara

Vit á Gallup Føroyum ynskja kundum okkara eitt gott nýggjár
við takk fyri gott samstarv í farna árinum. Vit gleða okkum til eitt nýtt ár
við spennandi avbjóðingum og kanningarúrslitum, sum veita vitan. Fyrsta
kanningarnar eru longu byrjaðar.

6. januar byrjaði Vístalskanningin, sum vit gera vegna Hagstovuna
og Fíggjarmálaráðið. Endamálið við hesari kanningini er at fáa at vita, hvussu
Føroya fólk og vinnulívið meta, at búskaparliga vánirnar eru í Føroyum. Vit
ringja til ein úrskurð av Føroya fólki, sum í samanseting er ein umboðandi
partur av øllum íbúgvum eldri enn 15 ár. Samstundis verða spurningar stillaðir
einum úrskurði av virkjum, ið er samansettur soleiðis at eitt breitt úrval av
føroyska vinnulívinum er umboðað. Úrslitið verður at síggja á heimasíðuni hjá
Hagstovuni í februar mánaða.

Í minsta lagi fýrra ferðir árliga koyra vit eina sokallaðan
Omnibuskanning – ella eina heildarkanning, har ein og hvør hevur møguleika at
fáa ein ella fleiri spurningar við. Eisini her verður sjálvsagt ringt til ein
úrskurð av Føroya fólki, sum í samanseting er ein umboðandi partur av øllum
íbúgvum eldri enn 15 ár. Keypir tú pláss fyri einum ella fleiri spurningum, fært
tú ikki einans úrslitið av hesum, men eisini upplýsingar sum kyn, aldursbólkar
og annað at krossa við – men tó ongantíð upplýsingar, sum kann avdúka, hvør
hevur svarað hvat.

Næsta Omnibuskanning fer í gongd 8. februar 2016 og eru
einans pláss fyri heilt fáum spurningum afturat. Ov langar kanningar kunnu troytta
svarpersónarnar og tá er vandi fyri, at tey ikki svara heilt sannførandi uppá
seinastu spurningarnar. Vit hava tí avmarkað pláss í okkara kanningum við tí
endamál at tryggja góðskuna.

Gott 2016

Gallup Føroyar