Gott nýggjár til tykkum, sum svara

Vit á Gallup Føroyar ynskja Føroya fólki eitt gott nýggjár
við tøkk fyri farna árið.

Tøkk fyri, at tit taka av møguleikunum at koma fram við
tykkara áskoðan og seta tíð av til tess. Tað hevur stóran týdning í einum demokratiskum
samfelagi, at ein og hvør – óansæð aldur, kyn, bústað og telduførleikar – fær
eins møguleikar fyri at koma til orðana. Okkara skipan tryggjar, at tit øll
hava eins stóran møguleika fyri at verða ringd upp, og tit kunnu hava álit á,
at tit svara ónavngivin. Bert í heilt serligum førum vita vit, hvønn vit ringja
til, men tá hava tit fingið kunning frammanundan frá kundum okkara.

6. januar byrjaði Vístalskanningin, sum vit gera fyri Hagstovuna
og Fíggjarmálaráðið. Endamálið við hesari kanningini er at fáa at vita, hvussu
Føroya fólk meta, at búskaparliga vánirnar eru í Føroyum. Tí spyrja vit til
dømis, um tit hava ætlanir um at keypa innbúgv, bil ella hús komandi árið.
Hevur tú ikki stundir at svara  júst, tá
ið vit ringja, kunnu vit avtala eina tíð, har vit ringja aftur, so eisini tú
kanst fáa tína meining við.

Vit tosast við.

Blíðar heilsanir

Vit á Gallup Føroyum