Gott Nýggjár

Gott nýggjar!

 

So er vika 52/2007 dagførd. kaupthing.fo hevði størst framgongd við 74,7%. Tað er helst sølan av Kaupthing til Eik, sum hevur havt so stóran áhuga. planet.fo og lindin.fo høvdu eisini stóra framgongd seinastu viku av 2007.

 

Annars er vikan millum jól og nýggjar friðalig á vevinum, eins og stilla vika, ella páskavikan eisini er tað.� Men nú fer helst lív at koma í aftur á føroyska vevinum. Øktur áhugi er úr Íslandi fyri føroysku heimasíðunum á vevmátingarlistanum, og nú hava síður sum leit.is føroyska vevmátingarlistan eisini á teirra síðu.

 

Vevmátingarlistin og Gallup Føroyar ynskja øllum eitt gott nýggjár.