Heildarkanningar

Vantar tær vitan um tykkara kundar og hvussu nøgdir teir eru við tykkara tænastur? Hvat velja føroyingar, um val var nú ella hvat hevur týdning fyri føroyingar í mun til sjúkrahúsið? 

Gallup Føroyar ger eina sokallaða “Omnibus” kanning ella heildarkanning fýra ferðir um árið. Til ber hjá øllum at keypa sær pláss til ein ella fleiri spurningar í tílíkum kanningum. Vit ringja til yvir 500 respondentar kring Føroya land. Fyri at fáa eitt umboðandi úrslit er neyðugt at tosa við yvir 500 fólk.

Hesar kanningar verða vektaðar í mun til veruliga fólkabýtið kring Føroyar og eru sostatt umboðandi fyri Føroya fólk sum heild í mun til eina internetkanning, sum ikki er umboðandi fyri Føroya fólk, tí øll hava ikki eins møguleika fyri at luttaka.

Komandi kanning byrjar 13. apríl. Ein spurningur kostar 3.200 kr. u. mvg. Úrslitið verður latið kundanum sum stabbamyndir í PowerPoint.

Bíleggur tú fleiri enn fimm spurningar í somu heildarkanning, er kostnaðurin 3.000 kr. u. mvg fyri hvønn spurning.

Bíleggur tú fleiri enn 10 spurningar er kostnaðurin 2.800 kr. u. mvg fyri hvønn spurning. Tað vil siga, at kostnaðurin liggur millum 5,30 kr. og 6,15 kr. fyri hvørt svari.

Hevur tú spurningar, hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at venda tær til okkara á tel. 222 885 ella senda mail á gallup@gallup.fo