Heilsufremjandi leiðsla og Bunkefloverkætlanin

Heilsufremjandi leiðsla og Bunkefloverkætlanin

Laila Hentze

Mánadagin 28. januar 13
skipaði Gallup saman við Fólkaheilsuráðnum og Krabbameinsfelagnum fyri einum
evnisdegi á Hotel Føroyum undir heitinum “Lív og heilsa – mín ábyrgd og okkara
felags ábyrgd.” Bjørn Kalsø, landsstýrissmaður í mentamálum setti dagin.

Gallup hevði bjóðað
svianum, Per Gärdsell
til Føroya at halda tveir fyrilestrar. Heitið á tí fyrra fyrilestrinum var “Hälsa – trend som blåser forbi, eller ett strategisk viktigt vägval för
Föroyar? og heitið á tí seinna fyrilestrinum var “Det krävs en hel by för at
stödja ett barns hälsa – alla har ett ansvar.”

Eisini helt Pál Weihe fyrilestur um
fólkaheilsu føroyinga. Sum heild er heilsan hjá føroyingum góð og vit liva
leingi. Tó eru nøkur økið, sum neyðugt verður at arbeiða við, til dømis innan
royking og lívsstílssjúkur.

Per Gärdsell hevur arbeitt sum yvirlækni á
sjúkrahúsið, men hevur síðstu nógvu árini undirvíst og hildið fyrilestrar um
heilsufremjandi leiðslu og heilsustrategiir. Hann er ein av fremstu
fólkaheilsuserfrøðingunum í Svøríki og var ein av stigtakarunum til
verkætlanina í Bunkeflo skúla í Malmø, har rørsla og heilsa var sett á
tímatalvuna hvønn dag hjá børnunum fyri at kanna, hvørja ávirkan hetta hevði á
teirra innlæring og almennu heilsustøðu.

Úrslitini vóru sera áhugaverd. Børnini
kláraðu seg betri í øllum lærugreinum og høvdu tað eisini betri enn hini
børnini, sum hildu fram við gomlu tímatalvuni. Hetta styrkti hansara hypotesu
um, at alt ov nógv børn røra seg ov lítið og at tað fær álvarsligar fylgjur
fyri framtíðar heilsuskipanina, um vit ikki broyta hugburð til bæði kost,
heilsu og rørslu, tí tað er so umráðandi fyri okkum at røra okkum nóg nógv.

Per helt tveir sera áhugaverdar og kveikjandi
fyrilestrar fyri luttakarunum og hann brennir fyri evninum. Millum annað greiddi hann frá, at fyrr í tíðini royndu fólk at
yvirliva. Í dag stríðast fólk við at liva dagin bæði fysiskt, sálarliga,
sosialt og eksistentielt. Í dag hevur hvørt menniskja sær ábyrgd fyri sín egnu
heilsu.

Per tosaði um, at sjálvt um
flest øll hava vitanina um sambandi millum heilsu og rørslu, so er spurningurin
meira vendur til, um vit hava heilsukompetensuna? Brúka vit ella eru vit før
fyri at brúka ta vitanina, sum vit hava um heilsu og rørslu? Um ikki, so hava
vit nógv at arbeiða fram móti, tí tað er ikki nokk at siga “eg veit”.
Vit skulu flyta okkum til at siga “eg geri!”

Seinnapartin
arbeiddu luttakararnir í trimum kjakbólkum sum høvdu heitini: “Barnagarðar og
skúlar”, “Frítið, mentan og nærumhvørvið” og tann triðji æt “Arbeiðslívið.” At
enda løgdu kjakbólkarnir fram teirra uppskot til, hvat vit kunnu gera í Føroyum
fyri at seta meira fokus á heilsustrategiir og heilsufremjandi leiðslu. Nóg góð
uppskot komu og tey eru savnað saman, so Gallup ger ein samandrátt av degnum
til luttakararnar.

Luttakararnir eru so áhugaðir í evninum, at avtalað var at kanna,
hvussu vit kunnu arbeiða víðari við heilsu og rørslu og útbúgva
heilsuambassadørar, sum kunnu fara út til fyritøkur, stovnar og skúlar og geva
íblástur og kunna um týdningin av rørslu og heilsu.


Lív og Heilsa

-mín ábyrgd og okkara felags ábyrgd.

Ein evnisdagur ið veruliga varpaði ljós á týdningin av heilsu fyri hvønn einstakan og fyri okkara samfelag. Evni var viðgjørt av eldhugaðum fyrilestrahaldarum, ið útstrálaðu tað, tey brendu fyri og veruliga høvdu nógv at bera fram.

Hetta gav eisini afturklang, tá arbeitt var við evninum í bólkum. Her var kjakið lívligt, so evnið hevði avgjørt áhuga hjá luttakarunum og komu nógv góð hugskot fram, sum kunnu setast í verk í okkara samfelagi.

Vóni, at hetta var byrjanin til, at Føroyar fara at seta heilsuna á dagsskrá í gerandisdegnum.

Takk fyri gott átak

Katrin Joensen

Umhvørvisstovan


“Skeiðið Lív og heilsa var eitt sera gott og gevandi skeið. Evnið var serstakliga viðkomandi og framløgunar góðar, ikki minst fyri okkum, sum í tí dagliga arbeiða innan skúlagátt.

Per Gärdsell, sum var høvuðsnavnið á degnum, dugdi stak væl at greiða frá sínum royndum og teimum spennandi úrslitum, sum royndarvirksemið við dagligari rørslu á Bunkeflo skúlanum høvdu givið – úrslit og royndir, sum vit í Føroyum eiga at taka til okkum og fremja ítøkiliga.”

Jón Højsted er partur av leiðsluni í Kollafjarðar skúla