Hesuferð snúgva tíðindini um partabrøv – og jólafrokost.

So varð listin endiliga dagførdur til viku 40, og enn einaferð hava vit havt eina spennandi viku.
Føroya best vitjaða síða nakrantíð tekur met enn einaferð. Hesa vikuna slapp Olivant.fo upp aftur á 47.000 markið, sum hon einans einaferð fyrr hevur rokkið.

 

Oljuvinnan sær eisini út til at hava tað gott. Atlantic Petroleum klatrar framvegis upp eftir partabrævastiganum, og onkrastaðni hevur simprentis.fo fingið gott tak á stiganum. Teir eru nevnliga farnir heili 1196,4% upp í sýndum síðum, sum ikki kann vera langt frá % meti.

 

Og tað snýr seg enn um partabrøv. Fyri nøkrum vikum síðani kom ilogur.fo inn á Vevmátingarlistan at venda. Orsøkin fyri stutta tíðarskeiðið vóru tekniskir trupulleikar. Men tað gekk ikki longi, so høvdu fólkini niðri á Kaupthing fingið spælið upp aftur at koyra – sum flestu íløguáhugaði kunnugt, eitur hon hesaferð ilogur.com. Men tann fyrsta heldur miseydnaða útgávan sýnist tó at hava givið eina positiva ávirkan á luttøkuna, tí hon vaks við eini 1500 til yvir 2000 luttakandi, tá seinna spælið fekk grønt ljós. Og við hesum fór hon frá einum 20. plássið við ilogur.fo til eitt flott 8. pláss í síðstu viku.

Men oktober mánaður hevur meir enn bara íløgur at bjóða. Tað er nú fyritøkur spakuliga byrja at hugsa um jólafrokostin, og her snýr tað seg um at vera skjótur. Catering fyritøkan hjá Michael Jensen, sum stendur handan mj.fo, er nevniliga farin heili 817,4% upp í brúkarum og 418% upp í sýndum síðum. Hetta gav síðuni eitt ordiliga spark frá 64. plássi uppá nr 39. Man ikki mj.fo fara enn longur upp í hesari vikuni?