HR-Forum 10. september kl. 13.00

Jógvan Tróndarsson heldur fyrilestur í HR-Foruminum hósdagin, 17. september kl. 13-15.30 undir heitinum JFK – spyr ikki, hvat landið kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri landið.”

Jógvan er skipari á grønlendska
rækjuskipinum, Akkamalik, har 24 fólk eru umborð. Jógvan hevur stóra ábyrgd og
røkir nógvar uppgávur sum skipari. Hann er eisini starvsfólkaleiðari og tosar
m.a. um viðurskiftini umborð, rættindi, trupulleikar umframt avbjóðingar við at
liva so tætt uppat sínum starvsfólkum í fleiri mánaðar. HR í myrkri og kulda á opnum havi – umstøður, sum eru
annarleiðis enn tær, vit arbeiða undir á landi. HR-Forumið hittist í hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13. Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til laila@gallup.fo.