HR-Forum 13. februar: um strongd

Hósdagin, 13. februar kl. 13.00 – 16.00 verður HR-Forum fyri limum, har sálarfrøðingurin, Suni Poulsen, hevur fyrilestur um strongd. Aftaná verður kjak um evnið. HR-Forumið hittist í hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13 og er ætlað HR-leiðarum og HR-starvsfólkum. HR-Forumið kemur saman fýra ferðir um árið og blaðið HR-Rákið kemur út samstundis. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg við at venda sær til Gallup Føroyar á tel. 222 885.