HR-forum 27. november: Stress og sjúkrafrávera

27. november fær HR-forumið vitjan av Hanne Andersen, HR-verkætlanarleiðara hjá Siemens Wind Power í Danmark. Hon fer at halda fyrilestur um strongd og sjúkrafráveru og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri tann einstaka og fyritøkuna. Hon greiðir millum annað frá, hvussu bæði fyritøkur og starvsfólk kunnu arbeiða miðvíst fyri at minka um strongd og sjúkrafráveru. Hon kemur við dømum frá sínum egna arbeiðsplássi, har sjúkrafráveruprosentið var rættiliga høgt, men minkaði, tí arbeitt varð við trupulleikunum og teimum avbjóðingunum, sum vóru.

Gallup Føroyar skipar fyri HR-foruminum, sum verður mikudagin, 27. november kl. 10.00 – 12.00 í hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu. HR-forumið er fyri HR-leiðarar, HR-starvsfólk og starvsfólkaleiðarar. HR-forumið kemur saman fýra ferðir um árið og í tí sambandinum, útgeva vit blaðið HR-Rákið.

Hevur tú áhuga at gerast limur, er tú vælkomin at seta teg í samband við Lailu Hentze, laila@gallup.fo.