HR-Forum 4. juni: Strategisk førleikamenning

HR-forumið hittist t. 4. juni í hølunum hjá Gallup Føroyum,
har Maria á Dul, deildarstjóri, HR & Fyrisiting á Tryggingarfelagnum
Føroyum, helt sera áhugaverdan
 fyrilestur
um strategiska og skipaða førleikamenning.

Førleikamenning er lívslong læring, sum er skal skipast á
ein skilagóðan hátt, har hugt verður eftir, hvørjir førleikar starvsfólkini í
einari fyritøku hava, hvat krevst av teimum og hvat tey møguliga mangla. Strategisk
førleikamenning tekur atlit til sjálva strategiina hjá fyritøkuni – hvønn veg
skulu vit sum fyritøka flyta okkum og hvussu stuðla starvsfólkini best hesari
kósini? Hetta er ein prosess, sum involverar øll í fyritøkuni og nógv skal skrásetast.
Endamálið er at ávísa, hvar orkan – bæði tann fíggjarliga og menniskjaliga –
skal brúkast, soleiðis at førleikamenning og skeið altíð er í trá við
strategiina.

HR-forumið hittist 4 ferðir um árið. Meira fæst at vita við at venda sær til Gallup á gallup@gallup.fo.