HR-Forum: Bygnaðarbroytingar og hugburðsbroytingar

Hósdagin, 26. februar kl. 13.00 – 15.30 skipar Gallup fyri
HR-Forum fyri limir.

Hesa ferð kemur Marianna Andreassen, ráðgevi frá fyritøkuni
MEA Consult í Danmark at halda fyrilestur undir heitinum “Bygnaðarbroytingar og
hugburðsbroytingar”.

Hvat skal ein fyritøka, ein stovnur, ella ein kommuna hava í
huga, tá broytingar skulu setast í verk?

Hvussu byrgir man upp fyri, at broytingar fáa ein negativan
klang og loypir ótta á fólk fyri tí ókenda?

Hvussu tryggjar man fylgiskap frá starvsfólkunum í
broytingartíðum, skapar tryggleika í staðin fyri ótryggleika og ótta?

Krøvini til starvsfólkini broytast eisini við tíðini og Marianna
hyggur eftir tí sosiologiska partinum.

Hvussu verða vit betri til at “fejra” succesirnar
á arbeiðsplássinum, tá okkurt eydnast í samband við broytingar?

Marianna tosar út frá egnum royndum við
organisatiónsbroytingum og hvat tað kann gera við starvsfólk. Hon arbeiðir sum
konsulentur bæði í Føroyum og hinum Norðurlondunum.

Aftaná verður lagt upp til kjak.

HR-Forumið hittist fýra ferðir um árið. Áhugað, sum arbreiða innan HR, kunnu venda
sær til Laila á tel. 222 885.