
30/05/2016
HR-Forum: Psykodynamikk á arbeiðsplássinum
26. mai hevði Herluf Sørensen fyrilestur fyri HR-foruminum í Gallup undir heitinum “Psykodynamikk á arbeiðsplássinum.” Herluf Sørensen er organisatiónsráðgevi innan organisatiónssálarfrøði og executive coach. Herluf segði millum annað, at ofta verður hugt eftir einum organisatiónsdiagrammi við deildarheitum og leiðaraheitum og hvat organisatiónin framleiðir ella hvørja uppgáva hon skal loysa.
Soleiðis skal tað vera, men tað er bara ikki so einfalt. Tá vit menniskju koma til arbeiðis, hava vit øll okkara persónliga viðføri í ryggsekkinum og hesin parturin er ikki við í organisatióndiagramminum, hóast hetta hevur stóra ávirkan á, hvussu samstarvið gongur og hvussu góð organisatiónin er at loysa sínar uppgávur.
Her er Psykodynamiska systemteoriin eitt gott amboð at brúka fyri at hyggja eftir, hvat tað er, sum fer fram í organisatiónini og soleiðis gera tað møguligt at seta átøk í verk um neyðugt.