HR-forum vitjan av Anitu Hoffer

Fríggjadagin 27. september hevði HR-forumið, sum Gallup Føroyar umsitur, vitjan av Anitu Hoffer, sum er løgfrøðiligur ráðgevi hjá grøndlendska arbeiðsgevarafelagnum, GA.

Anita Hoffer helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um CSR (Corporat Social Responsibility), har hon greiddi frá, hvussu GA var við til at menna CSR í Grønlandi. Saman við teimum størru grønlendsku fyritøkunum hevur GA stovnað CSR Greenland. 

CSR fevnir víða bæði internt og eksternt í einari fyritøku og eitt væl skipað CSR-arbeiðið er til gagns fyri allar partar – starvsfólkini, fyritøkuna og samfelagið. Nøgdsemiskanningar er eitt dømi um CSR, broytingar í mannagongdum sum taka betri atlit til umhvørvið er eitt annað dømi. Eitt triðja dømi er at fyritøkan gevur nakað aftur til nærumhvørvið og fólkini, sum har búgva.

Nógvar fyritøkur í Føroyum gera nøkur av teimum tiltøkunum, sum hoyra undir CSR, men tað er ikki altíð, at fyriøkurnar kalla tað CSR. Limirnir í HR-foruminum fingu góðan íblástur og góð ráð til at skipa CSR og høvið var eisini at kjakast um evnið.