HR-Forum

Gallup Føroyar hevur tikið stig til at stovna eitt HR-Forum
fyri HR-leiðarar, starvsfólkaleiðarar og fólk, sum arbeiða innan HR og
organisatión. Her verður høvi at fá íblástur frá hvørjum øðrum umframt
fyrilestrahaldarunum.

HR-umhvørvið er ikki so stórt í Føroyum og júst tí er  tað umráðandi at hava eitt vælvirkandi og
afturvendandi forum og røttu karmarnar at hittast í, har møguleiki er at deila
og fáa vitan, kjakast og venda viðkomandi spurningum. HR-forumið skal eisini
verða eitt stað, har vit kunnu arbeiða við leiðslu og organisatión, tí hesi er
tætt tengd saman.

Sambært skránni hittast limirnir fýra ferðir um árið í
hølunum hjá Gallup Føroyum, sum samskipar tiltakið. Samstundis kemur eitt
HR-blað út fýra ferðir um árið í samband við at limirnir hittast. Blaðið er
partur av limagjaldinum. Myndin er forsíðan á fyrsta HR-blaðnum.

Gallup Føroyar nemur við HR-økið í samband við, at vit millum
annað gera trivnaðarkanningar fyri fyritøkur og stovnar. Harumframt eru vit
eisini farin í gongd við at gera kanningar um sosialan kapital. Sosaliur
kaptialur er virðismikil vitan til fyritøkurnar um støðuna , har starvsfólkini
verða spurd. Møguleiki er eisini at benchmarka í mun til aðrar fyritøkur í
Føroyum og í Danmark.

HR-forumið kemur saman aftur í september. Møguleiki er at tekna seg sum lim í HR-foruminum ella fáa
meira at vita við at venda sær til Gallup á
gallup@gallup.fo.