humor.fo størst framgongd í prosentum á vevmátingarlistanum.

humor.fo hevði framgongd við 184,6% í tali av brúkarum frá viku 13/2007 til viku 14/2007. mj.fo hevði næststørstu framgongdina í prosentum, tá talan er um brúkarar við 58,8%, og keldan.fo nr 3 við 47,6%.

 

Tá talan er um vitjanir, so hevði humor.fo størst framgond við 156,8% og keldan.fo við 49,7%. Sýndar síður: humor.fo við 240,4% og keldan.fo við 104,0%.

 

eidi.com trívist best á aftastaplássi, við 15 brúkarum og o,o% øking ella lækking.

 

intrum.fo hevur hægst innlendis lutfall í viku 14/2007 við 90,4% og styrheim.com, sum ikki einaferð, lægst við 2,9%, ella hægst útlendis lutfalli.

 

Stilla vika er vanliga still á vevinum, og tí hava flestar síður reyð tøl aftanfyri, ella niðurgongd, og bert fáar framgongd ella blá tøl.

 

Tó eru tølini nógv meira áhugaverd, um nakað er at samanbera við. Um trýst verður á eitt av hagtølunum t.d. fyri olivant.fo sæst, at olivant.fo hevur munandi fleiri brúkarar í stillu viku í ár enn í stillu viku í fjør.

 

Sama kann gerast við aðrar síður á vevmátingarlistanum.

 

olivant.fo heldur fast í 10. plássi á North Atlantic List, tó ikki so langt aftanfyri hugi.is sum er á 9. plássi. mbl.is er ovast á North Atlantic List og eve-online.com á 2. plássi. eve-online.com hevur bert 0,7% av teirra brúkarum úr Íslandi, øll hini 99,3% eru uttanlands, so útflutingur er eisini møguligur á eini heimasíðu.