Inngongdin til Kringvarp Føroya, uf.fo á stjørnukós.

uf.fo hevur seinastu tíðina veruliga fingið vind í seglini. Eitt met fyri og annað eftir hevur uf.fo havt á vevmátingarlistanum, og vika 27/2007 er onki undantak. uf.fo tekur egið met á øllum økjum, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. uf.fo er høvuðsinngongdin hjá Kringvarpi Føroya og kemur eitt nú heimasíðan http://www.oyggjaleikir.fo eisini undir uf.fo. Spennandi verður, um uf.fo fer at megna at halda góðu gongdini, nú oyggjaleikirnir eru lidnir, og summarkappingin møguliga eisini endar.

 

ft.fo hevur eisini verulig spíla seg út, og fer við 10. plássi á vevmátingarlistanum, frammanfyri nym.fo sum er á 11. plássi, og byin.fo sum er á 12. plássi. 123.fo er nú á 16. plássi, men hevur framgongd bæði í vitjanum og sýndum síðum.

 

floghavn.fo og vinnuvitan.fo eru á 21. og 22. plássi á vevmátingarlistanum og hava báðar fitta framgongd frá viku 26 til 27/2007.

 

Tær ið hava størst framgongd í prosentum eru eiði.com floghavn.fo ft.fo antares.fo hotelforoyar.fo faroenature.net kassi.fo 

televarp.fo uf.fo, sum allar hava meira enn 10% framgongd í brúkarum.

 

gartnari.com er nýggj á vevmátingarlistanum, og kemur inn á 64. pláss við 41 brúkarum, í viku 27/2007.

 

Tað er hásummar og ávirkar tað nógvar av síðunum á vevmátingarlistanum, eitt nú olivant.fo sum hevur havt niðurgongd í nakrar vikur í brúkarum, men trýst á hagtølini fyri undanfanu vikurnar hjá eitt nú olivant.fo, so sæst, at tað eru munandi fleiri brúkarar enn somu vikur í fjør.