Vísitalið, januar 21

Januar 2021: Vísitalið hækkar

Nýggjastu tølini frá januar 2021 um vísitalið – eisini kallað konjunkturbarometrið – eru tøk frá Hagstovu Føroya. Samlaða vísitalið fyri tær 5 kanningarnar, sum liggja til grund fyri vísitalið, hevur ligið sera støðugt tey seinastu árini og vísti eina optimismu í øllum samfelagnum. Í fjør lækkaði vísitalið tó úr 32 í januar 2020 heilt niður í -16 í juni 2020-kanningini. Hendan stóra broytingin kom í kjalarvørinum á Covid-19 farsóttini, tí bæði brúkarar og tær fýra vinnurnar Handilsvinnan, Byggivinnan, Tilfeingisvinnan og Tænastuvinnan roknaðu við verri fíggjarstøðu. Vænantirnar í seinastu kanningini frá januar 2021 eru heldur frægari og vísitalið hækkar við 7 stigum og er nú -9. Gallup Føroyar hevur staðið fyri innsavningini av dátum.