Jardfeingi.fo tekur egið met á øllum økjum

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 14, og enn einaferð hava nakrar síður tikið egið met.
Síðurnar hesaferð eru lindin.fo, mission.fo, jardfeingi.fo.
Lindin.fo hevði eina lítla framgongd í sýndum síðum, men hon var nóg stór at taka fyrra metið. Heimasíðan hjá kristiliga kringvarpinum átti eina framgongd uppá 8,8% og tók seg tí eitt pláss upp á 34. pláss í sýndum síðum.

Mission.fo hevði eisini framgongd í sýndum síðum. Hon var uppi á heili 188,5% í sýndum síðum, men tað var í vitjanum, síðan tók egið met. Síðan hevði eina framgongd uppá 40,2%, sum flutti hana frá einum 30. til 26. pláss flokkað eftir vitjanum.
Jardfeingi.fo eigur tó forsíðumyndina hesaferð. Síðan hjá Jarðfeingi tók nevniliga egið met á øllum økjum. Jardfeingi.fo átti eina framgongd uppá 77,5; 77,3 og 91,9 á teimum trimu økjunum, og tók seg harvið 10 pláss uppá 24. pláss í brúkarum.

Men eisini fleiri síður høvdu stóra framgongd uttan at taka egið met. Hfs.fo hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni átti eina framgongd uppá 61% í sýndum síðum. Síðan hjá Vinnuframagrunninum, vfg.fo, átti eina framgongd uppá heili 233,3% í sama bólki. Og start.fo átti eina framgongd uppá 51,3% í vitjanum.

Hesa vikuna er eisini ein nýggju síða komin á listan. Fyrst kom heimasíðan hjá Postverki Føroya inn á listan, nevniliga postverk.fo, og nú nakrar fáar mánaðar seinni, hava tey eisini avgjørt at leggja stamps.fo á Vevmátingarlistan. Stamps.fo fekk ikki nógv við av mátingini í farnu viku, men setti seg hóast alt á 26. pláss. Stamps.fo verður boðin vælkomin á listan.

Men vit enda ikki her. Vevmátingarlistin hevur nevniliga fingið eina lítla “útbygging”, sum skal gera tað lættari hjá persónum at seta seg í samband við umsitararnar av síðunum. Hetta er ein ókeypis tænasta, Gallup Føroyar bjóðar øllum síðunum á Vevmátingarlistanum. Hevur tú ikki sæð broytingina enn, so trýst á her.