kall.fo egið met á vevmátingarlistanum.

kall.fo tekur egið met, tá talan er um brúkarar á vevmátingarlistanum og røkkur tað til eitt 11. pláss í viku 10/2007. genealogi.fo hevur størst framgongd við 59,4% og eiði.com næst størstu við 42,9% bitland.fo á 3. plássi við 35,9% lindin.fo á 4. plássi við 35,2% og sms.fo á 5. plássi við 31,2%.

 

bitland.fo hevur størst framgongd í prosentum í vitjanum við 41,4%, genealogi.fo á 2. plássi við 39,9%, skalaif.fo á 3. plássi við 31,1%, hotelforoyar.fo á4. plássi við 29,1% og mj.fo á 5. plássi við 28,6% øking í prosentum fyri vitjanir.

 

mission.fo hevur størst øking í prosentum í viku 10/2007 fyri sýndar síður, heili 363,3%, simprentis.com sum so javnan ger ein vørr við sýndum síðum er á 2. plássi við 355,4%, genealogi.fo við 75,8%, sms.fo á 4. plássi við 61,6% og humor.fo á 5. plássi við 36,6%.

 

lm.fo hevur hægst innlendis lutfall við 88,8% og styrheim.com lægst við ongum skrásettum brúkara úr Føroyum. Ella styrheim.com er hægst á listanum við útlendskum lutfalli.

 

Áhugavert er, at prosent økingin er nógv størri í sýndum síðum enn í brúkarum og vitjanum, og er tað tekin um, at teir brúkarar sum eru, nýta føroysku heimasíðurnar meira.

 

kjak.fo tekur egið met við brúkarum og er nú uppi á 16. plássi við 2.075 brúkarum. bil.fo er á 18. plássi og tekur egið met, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum.

 

olivant.fo er á 10. plássi á North Atlantic List við brúkarum, á 5. plássi við vitjanum og 11. plássi við sýndum síðum. North Atlantic List hevur bæði føroyskar og íslendskar heimasíður. olivant.fo fær, sum er, ikki stóru kappingina á føroyska vevmátingarlistanum, men á North Atlantic List hevur olivant.fo áhugaverda kapping.

 

football.fo er á 5. plássi við brúkarum á ítróttarlistanum. Ovast er íslendska síðan fotbolti.net við 38.642 brúkarum.

 

althingi.is er ovast á listanum við almennum síðum við 9.631 brúkarum. akureyri.is á 2. plássi, akureyri.net á 3. plássi og akranes.is á 4. plássi floghavn.fo á 5. plássi og hagstova.fo á 6. plássi. Spell, at føroyskar síður sum logting.fo og� torshavn.fo v.m. ikki eru við.

 

Fólk frá Modernus, sum ger skipanina til vevmátingarnar, verða í Føroyum í vikuskiftinum, har áhugaði hava møguleika at hitta Modernus fólkini. Ring til Gallup Føroyar á telefon 311946 og bið um tíð at hitta tey.