Kanning nr 200

Í hesum døgum fara vit á Gallup Føroyar undir� kanning nr 200. Gallup Føroyar verður 6 ár 25. apríl í ár. Sostatt hava tað verið gott 33 ymiskar kanningar um ári, síðani vit byrjaðu í Føroyum.

 

Her er alt íroknað, bæði starvsfólkakanningar, skúlakanningar, ferðafólkakanningar, virkiskanningar� og kanningar har føroyingar sum heild� luttaka. Um tað eru gott 500 respondentar í meðal fyri hvørja kanning, so eru tað� umleið 100.000 respondentar sum hava svarað í Gallup kanningunum. Her eru helst mangir respondentar sum hava svarað fleiri ferðir, tó neyvan nakar hvørja ferð, sjálvt um tað kann tykist soleiðis.

 

Um hvør kanning hevur um 50 spurningar í meðal, so eru tað 10.000 ymiskir spurningar, ið Gallup Føroyar hevur sett føroyingum. Sjálvsagt eru tað spurningar, ið ganga aftur og hava verið nýttir fleiri ferðir, tá tað eru fyritøkur og stovnar, sum gera� somu kanning fleiri ferðir um árið.

 

Útlendingar� siga av og á, at Føroyar man vera tað land í heiminum, sum er mest kannað. Neyvan. Vit hoyra dagliga, at tað er tørvur á� hagtøl um ymiskt, og flestu hagtøl� eru bert áhugaverd, um tað eru hagtøl yvir eitt longri tíðarskeið. Tískil má sama kanning endurtakast ferð eftir ferð.

 

Vit á Gallup Føroyar fara at takka øllum respondentunum, sum so trúgvir hava svarað� spurningunum.