Kapping um 10. pláss á vevmátingarlistanum.

Tað hevur leingi verið hørð kapping um 10. pláss á vevmátingarlistanum og sjálvdan hevur sama heimasíða havt 10. pláss í fleiri vikur á ræð. Komandi mánadag 22. januar 2007 er væntandi ein nýggj heimasíða við á vevmátingarlistanum. Nú er stórur spenningur um hon megnar at taka 10. pláss. Í farnu viku ella viku 02/2007 var stórur munur millum kvinna.fo sum er á 9. plássi og 123.fo sum var á 10. plássi.

 

uf.fo nordlysid.fo dimma.fo vóru ikki so tættar sum tær oftani hava verið heldur. Hvussu verður mánadagin sæst við at fara á www.gallup.fo mánadagin.