kaupthing.fo við fullari ferð.

kaupthing.fo hevur fingið nýggja, snotiliga heimasíðu og hevur marknaðarført síðuna væl seinastu vikurnar. Tað hevur eisini givið úrslit og kaupthing.fo hevði blá tøl bæði í prosent tølunum og� á stabbunum í vevmátingarlistanum, sum er á www.gallup.fo Trýst á eitt av tølunum útfyri kaupthing.fo ella á stabbamyndina aftanfyri. Høgi blái stabbin ber boð um, at hetta er met seinastu 58 vikurnar, sum eru at síggja á stabbamyndini. kaupthing.fo tekur seg eisini væl upp eftir listanum “Fíggjarmarknaður,” sum� tó er nakað frá kreditkort.is og krakkabanki.is

 

hfs.fo hevur stóra framgongd í prosentum, men er tað tí, at kodan ikki var á síðuni og er nú komin aftur har hon eigur at vera.

 

privat.fo hevur stóra framgongd í viku 06/2007. simprentis.com ger av á ein vørr, og aftur í farnu viku, tá simprentis.com hevði eina øking á 593,6%.

 

Tað eru� 24 heimasíður, sum hava meira enn túsund brúkarar í viku 06/2007.

 

olivant.fo er nú á 5. plássi á North Atlantic List sum eisini er her á síðuni tá talan er um vitjanir, við� 356.510 vitjanum í viku 06/2007. eivor.com hevði mest útlendskar brúkarar og styrheim.com næstflest. bio.fo hevði flest føroyskar brúkarar og nr.fo næstflest. Brúka “innlendis lutfall” til at síggja hvussu lutfallið er ímillum føroyskar og útlendskar brúkarar.

 

Gallup.fo Quiz verður meira og meira brúkt. Far inn og royn teg á gallup.fo Quiz, her á síðuni.