Konjunkturvísitalið fyri januar 2014 almannakunngjørt

Fíggjarmálaráðið hevur kunngjørt úrslitini frá nýggjasta Konjunkturbarometrinum, eisini kallað Vísitalið, sum sigur nakað um, hvussu privatu húskini og vinnan meta gongdina í búskapinum eru nú og komandi 12 mánaðirnar.

Taltilfarið er heintað inn í januar 2014. Gallup Føroyar hevur staðið fyri spurnarkanningunum. Gallup Føroyar ringir til 500-600 privat húski og spyr tey um peningalig viðurskifti og um búskapin. Í vinnuni eru 100 fyritøkur útvaldar og vigaðar eftir tali av starvsfólkum soleiðis, at øll vinnan er umboðað. Konjunkturbarometrið er afturvendandi kanning, sum verður gjørd tvær ferðir um árið.

Sí meira um Konjunkturbarometrið á www.fmr.fo ella frágreiðingina frá Fíggjarmálaráðnum her.