Kvinnur og menn gleddu seg eins nógv at fara aftur til arbeiðis

Ein nýggj kanning hjá Gallup
Føroyum vísir á, at heili 58% av føroyingum gleða seg at fara aftur til
arbeiðis eftir summarfrítíðina. Kanningin er frá august 2016 og frágreiðingin
er grundað á samrøður, sum Gallup Føroyar hevur gjørt við 528 tilvildarliga
útvaldar føroyingar yvir 15 ára aldur. Harumframt er kanningin vektað á
aldurs-, kyns- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild.
 

Breið arbeiðsgleði

Frágreiðingin hjá Gallup Føroyum ger
greitt, at føroyskar kvinnur og føroyskir menn gleða seg eins nógv til at fara
aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Ein líknandi kanning varð gjørd í
sama tíðarskeiði av donsku fyritøkuni Deloiette, og vísir hendan á, at fleiri danskir
menn enn danskar kvinnur gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir
summarfrítíðina – nevnliga 44% av donskum monnum og 38% av donskum kvinnum.
Sambært Gallup Føroyum, er føroyska talið hesum viðvíkjandi 58% fyri bæði
kynini og kanningin vísir somuleiðis á, at einans 8% av kvinnum og 7% av monnum
ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Harumframt
vísir kanningin, at tað eru eins nógvar kvinnur og menn, sum ikki eru í starvi
– men til dømis lesandi ella pensjónistar – og er hettar talið ávíkavíst 26% fyri
føroyskar kvinnur og 27% fyri føroyskar menn. 

Kanningin hjá Gallup Føroyum
bólkar somuleiðis tey spurdu eftir aldri og frágreiðingin vísir á, at aldurin á
føroyingum, ið gleddu seg at fara aftur til arbeiðis fevnir breitt. Heili 77%
av teimum spurdu í aldurbólkurin 40-49 ár og 50-59 gleddu seg at fara aftur til
arbeiðis eftir summarfrítíðina, ímeðan 73% av teimum spurdu í aldurbókinum
25-39 ár somuleiðis gleddu seg til at fara aftur til arbeiðis. Samabera vit
hesi tøl við donsku tølini hjá fyritøkuni Deloiette, eru tað serliga danskir
menn í aldurbólkinum 30-39 ár, sum gleða seg at fara aftur til arbeiðis eftir
summarfrítíðina.  

Tey yngru

Kanningin hjá Gallup Føroyum vísir
somuleiðis á, at aldursbólkurin 15-24 ár rúmar stórsta partin av teimum, ið
ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Møguligt er,
at meginparturin av teimum spurdu í hesum bólkinum í høvuðsheitum eru lesandi
ella í stóran mun hava fyribils størv og tískil ikki enn hava funnið sína hyll
á arbeiðsmarknaðinum. Hóast hettar svaraðu 43% av teimum ungu undir 25 ár, at
tey gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina og er hettar
høga talið jaligt fyri føroyskan ungdóm.

Tey eldru

Tann aldurbólkurin, sum lutvíst
gleddi seg mest til at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina eru tey,
ið eru eldri enn 60 ár. Ímeðan 60% av hesum aldursbólkinum ikki er í starvi,
svaraðu heili 34%, at tey gleddu seg at koma aftur til arbeiðis og einans 3%
svaraðu, at tey ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir
summarfrítíðina. Úrslit frá donsku kanningini hjá Deloiette, vísir á sama
rákið. Sambært hesari kanning, gleða 46% av danskarum – sum er yvir 60 ára
aldur – seg at koma aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina.  

Samanbera vit hesi føroysku lutføll
í kyn og aldri, bera tey boð um, at føroyskar kvinnur og føroyskir menn í øllum
aldri í stóran mun kenna seg væl á føroyska arbeiðsmarknaðinum.