Landsfelag Pensjónista ger kanning í november 2021

Landsfelag Pensjónista hevur saman við granskaranum, Mariu Skaalum Petersen, heitt á Gallup Føroyar um at standa fyri eini kanning millum borgararar, sum eru 75 ár og eldri.

Tey 2.000, sum luttaka, eru tilvildarliga útvald av Landsfólkayvirlitinum, og hava fingið bræv sendandi við postinum. Í brævinum er ein leinkja, sum skal brúkast fyri at koma inn á skipanina, har kanningin liggur.

Harafturat hava luttakararnir fingið eitt brúkaranavn og eitt loyniorð, sum tey skulu brúka fyri at fáa atgongd til teir 39 spurningarnar.

Landsfelag Pensjónista vónar, at luttakan verður góð. Um onkur hevur tørv á hjálp ber til at ringja til Landsfelag Pensjónista fyri at fáa vegleiðing. Gallup Føroyar fer eisini at ringja til nøkur, tá freistin er farin, men um ein fegin vil luttaka er best at svara áðrenn freistina 8. desember. Landsfelag Pensjónista almannakunnger samlaðu úrslitini á várið 2022.